Sjúrður Skaale í Javnaðarflokkinum og stillar upp til fólkatingsvalið

Javnaðarflokkurin skal boða frá, at Sjúrður Skaale er komin uppí flokkin og tingbólkin, og at hann eisini verður valevni til fólkatingsvalið, sum stendur fyri.

Umboð Javnaðarfloksins á Løgtingi og í Landsstýri hava farnu árini havt sera gott samstarv við Sjúrð Skaale, og í flest øllum málum hava Javnaðarflokkurin og Sjúrður Skaale drigið somu línu. Serliga eyðsýnt hevur hetta verið í skúlamálum, mentamálum og royndunum at finna eina breiða semju um stjórnarskipanina. Eisini skattapolitiskt eru partarnir samdir um, at tørvur er á umleggingum, soleiðis at marginalskatturin á lág og meðalinntøkum kann fáast niður.

Tí er tað heilt náttúrligt, at Sjúrður verður partur av flokkinum. Við Sjúrða Skaale verður tingbólkurin og flokkurin styrktur við einum gløggum og gávuríkum politikara.

Fólkatingsvalið
Leiðslan í Javnaðarflokkinum hevur tað prinsipiellu fatan, at sami persónur ikki skal sita á løgtingi og á fólkatingi í senn. Dupult umboðan er hálv umboðan, tí tað ber ikki til samstundis at røkja tvey størv til lítar í hvør sínum landi. Tað er ikki virðiligt, at hesi størv, sum so nógvir veljarar eru við til at seta, bara vera havd sum hjástørv.

Vinnur Javnaðarflokkurin sess á fólkatingi, skal hann IKKI nýtast til partapolitiskar markeringar, soleiðis sum vit hava sæð farnu árini. Okkara fólkatingsumboð skal umboða allar føroyingar, og røkja føroysk áhugamál í breiðastu merking.

Javnaðarflokkurin samstarvar við allar norðurlendsku javnaðarflokkarnar – ikki minst tann danska. Eitt javnaðarumboð á fólkatingi fer at virka sjálvstøðugt, men fer eisini at hava tætt samband við danska Javnaðarflokkin, sum væntandi fær stjórnarvaldið eftir valið.

Hetta ger, at Javnaðarflokkurin kann tryggja Føroyum nógv størri ávirkan á fólkatingi, enn nakar annar.

Millum málini, sum Javnaðarflokkurin fer at nýta orkuna til á fólkatingi, eru hesi:

Makrelmálið og ES
ES hevur gjørt av, at tiltøk skulu setast í verk móti Føroyum orsaka av, at vit í tvey ár hava ásett okkum egnar makrelkvotur. Danmark hevur formansskapin í ES næsta ár, og fær tí uppgávuna at standa fyri hesum. Har verður okkara uppgáva at greiða frá, at tann parturin av kvotuni, sum Noreg og ES vildu lutað okkum, var alt ov lítil. Verður ov nógv fiskað, eru tað ikki føroyingar, sum hava ábyrgdina.

Fyri Føroyar verður tað í hesum sambandi ein stórur fyrimunur, um okkara fólkatingsumboð hevur beinleiðis samband við komandi danska stjórnarleiðaran og harvið ES-formansskapin. Gjøgnum Javnaðarflokkin kunnu Føroyar á hendan hátt fáa ávirkan, sum eingin annar flokkur kann tryggja okkum.

Stjórnarskipanin
Javnaðarflokkurin er sannførdur um, at tað aldrin fer at skapa stabilitet, um ein loysn á tjóðskaparspurningum skal hava við sær, at helvtin av fólkinum eru vinnarar og hin helvtin taparar.

Tí er tann tjóðskaparliga semjan, sum liggur í uppskotinum til Stjórnarskipan Føroya, einasta gongda leið. Bæði sambands- og loysingarfólk eiga at kunna savnast um ta fatan, at alt vald í Føroyum er hjá føroya fólki – hóast vit eru í tøttum samstarvi við Danmark.

Sitandi stjórn í Danmark var ógvuliga stívrend, tá hon setti seg ímóti hesi pragmatisku loysn. Men ytstu vengurnir í Føroyum vóru eisini ímóti uppskotinum. Annar helt tað fara ov langt – hin helt tað fara ov stutt. Javnaðarflokkurin heldur at føroya folk ynskir eina breiða semju og tí gagnar tað ikki málinum, um víðgongdu flokkarnir aftur vinna fólkatingsumboðan.

Uppskotið til stjórnarskipan er liðugt, og kemur tað helst aftur á tingborð eftir løgtingsvalið. Tá fer Javnaðarflokkurin á fólkatingi at umboða tann stóra meirilutan av føroyingum, sum ynskir breiðar semjur, heldur enn orðadrátt og skotgravastríð.

Eisini í hesum máli kann Javnaðarflokkurin betur enn onnur slóða fyri úrslitum. Bæði tí vit taka undir við eini savnandi loysn, og tí vit, umvegis okkara politisku sambond, hava størri ávirkan enn aðrir føroyskir flokkar.

Onnur mál
Onnur viðurskifti, sum Javnaðarflokkurin fer at leggja dent á, er at styrkja sambandið millum føroyska samfelagið og mongu útisetarnar; at upplýsa á positivan hátt um Føroyar; at styrkja eftirlitið við føroysku peningarstovnarnar; at kunna viðkomandi myndugleikar um nýggja, burðardygga fiskivinnupolitikkin, og annars at knýta sambond og samstarva við allar viðkomandi partar – føroyska samfelagnum at frama.

Javnaðarflokkurin