Skatturin lækkar í Klaksvík

Fólk í Klaksvík kunnu gleða seg um at gjalda minni í kommunuskatti, næsta ár.

Klaksvíkar Býráð er farið undir at viðgera fíggjarætlanina fyri 2012, og við í viðgerðini er ætlanin at lækka kommunuskattin við einum hálvum prosentstigi. Tá Klaksvíkar kommuna fyri nøkrum árum síðani samtykti at byggja ellisheim, kravdi Fíggjarmálaráðið, at kommunan hækkaði skattaprosentið.

Tað hevur gingið somikið væl í Klaksvík seinastu árini, at nú ber til at lækka skattaprosentið aftur, niður í 21,75 prosent, sigur Gunnvá við Keldu, borgarstjóri.

Hvussu verður gjørt í Fuglafirði?

Fuglafjarðar kommuna hækkaði eisini skattaprosentið við einum prosentstigi, við tí greiðu grundgeving at peningurin – allur sum hann varð – skuldi nýtast til byggjan av ellisheimi.
Kontoin til ellisheim er í dag skrall tóm, men framvegis verður hækkaða skattaprosentið tikið frá borgarunum.  Spennandi verður nú at síggja hvussu verður gjørt við hetta skattaprosent, nú nýggj fíggjarætlan verður snikkað til.
Vit borgarar spyrja nú:
Ætla tit – kommunu polittikarar í Fuglafirði –  at vísa somu ábyrgd, sum teir í Klaksvíkini gera   ——-ella hvat skulu vit vænta okkum?