Minningarhald varð hildið í oysandi regni, við minnisvarðan teirra sjólátnu í kirkjugarðinum.
Hetta varð møguliga tilætlað myndatala.
Skráin var fylgjandi:
Felagssangur: Nú hvítna tindar (Orð: Robert Jensen, umyrkt eftir N.F.S. Grundtvig)
Kransar / blómur verða lagdar við minnisvarðan
Felagssangur: Eg sigli fram yvir lívsins hav (Henry A. Tandberg (Noreg) Victor Danielsen týddi)
Olaf Olsen flutti framm røðu
Felagssangur: Jesus, Harri, loðsur ver! (Edward Hopper(Amer.), 1818-1888. (V. Danieslen týddi).
Hetta seinasta árið eru fimm mans sjólætnir:
Teir eru, sambært upplýsingum frá Bispaskrivstovuni, hesir:
Levi Christiansen, Tórshavn, doyði undir útmynstring umborð á “Stril-Mariner” 18. januar 2011, 63 ára gamal.
Jógvan Magnus Gøthe, Norðragøta, doyði umborð á norska nótabátinum Rødholmen 18.mai, 65 ára gamal.
Sigmund Kári Hentze, Eiði, druknaði í Hestsfirði 22. mai 2011, 29 ára gamal.
Teodor Olsen, Eiði, druknaði í Hestsfirði 22. mai 2011, 32 ára gamal.
Rógvi Jacobsen, Tórshavn, funnin sunnanfyri Bósdalafoss 24. juni 2011, 33 ára gamal.