So kunnu vit við gleði boða frá, at Aleksandar Jovevic og Nenad Saric halda fram í ÍF
blusuni, eftir at báðir hava undirskrivað ein2-ára sáttmála.
Aleksandar hevur verið ein sera góður leikari fyri ÍF.
Afturat hesum, hevur hann havt fleiri funktiónir í felagnum í ár, og júst hetta
hevur gjørt hann til ein ordans fong fyri felagið.
Aleksandar bleiv við ársbyrjan settur sum ungdómssamskipari.
Ungdómurin í Fuglafirði má raðfestast, og við at seta Aleksandar í starvið sum
ungdómssamskipari tey næstu 2 árini, kemur ungdómurin í Fuglafirði at fáa góðar
møguleikar at mennast.
Nenad hevur eisini verið ein sera góður leikari fyri felagið, og er hann kanska
ein av okkara allarbestu leikarum tey seinastu árini. Tá Nenad er í hopla, er hann
ein sonn marra fyri allar verjuleikarar í Føroyum, og vónandi heldur hann fram
við sama stíli.