Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt, Tíðindi, Vinna

Bryggjukantur

Lagt út av tann 09/12/2011 – 14:00

J & K Petersen eru nú byrjaðir uppá kajkantin sum skal sambinda Olju- og Tunnilsbryggjuna. Hetta er fyrsta stigið í ætlaðu uppisjóarverksmiðjuni sum ætlanir eru at byggja á økinum.

Í komandi viku kemur stóri kranin, og tá verður ferð sett  á byggingina.

Árstíðin er ikki tann besta til veður, ov nógvur vindur kann seinka arbeiðinum, men vónandi fer veðrið at hátta sær so at arbeiði kann ganga væl og skjótt.

Vit vita enn einki um hvussu langt íleggjaraspurningurin er komin – einki fæst at vita, men tað er bert at vóna, at tað eru onnur sum vita betur, og arbeiða út frá teirra vitan.