Altjóða møti í Siloa

Sunnukvøldið 11. mars klokkan 18, verður aftur eitt altjóðamøti í Siloa.

Møtið er fyrst og fremst ætlað útlendingum, sum skilja enskt og tískil verður alt møti á enskum.

Á fundinum verður nógvur felagssangur við góðum tónleiki og ungum fólki, sum syngja fyri.
Siloakórið fer at syngja nakrar sangir og hisini verður ein vitnisburður frá eini kvinnu úr Nigeria, sum býr í Føroyum.

At enda verður ein stutt tala.

Eftir møtið verða øll boðin til eina máltíð, sum eisini er ókeypis.

Í hesum sambandi heita fyrireikararnir á føroyingar, sum kenna fólk úr øðrum londum – bæði fastbúgvandi og sjófólki – um at siga teimum frá hesum altjóða møtinum.

Og teir leggja afturat, at hóast hetta møtið fyrst og fremst er ætlað útlendingum, sum skilja enskt, eru øll kortini vælkomin.