Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Skúli og barnaansing, Tíðindi

Telduruðuleiki í Fuglafjarðar skúla undir Pisakanningini.

Lagt út av tann 26/03/2012 – 08:00

Sum telduvørður í Fuglafjarðar skúla kann eg ikki lata hesi tíðindi fara aftur við borðinum uttan at koma við mínum viðmerkingum.

 Kunning og klárgering av teldum.

Í ár varð Fuglafjarðar skúli ein av trimum skúlum sum løgdu fyri við Pisakanningini.

Sum telduvørður fekk eg boðini fríggjamorgunin, um at Mentamálaráðið skuldi koma, um ein tíma, at kunna okkum um Pisa kanningina, sum verða skuldi á skúlanum mánamorgunin. Næmingarnir fingu eisini alt ov seint boð – úrslitið varð tí, at fleiri høvdu ikki teldur sínar við. Eftir kunningina skuldu 60 teldur kannast við bert einum geyma. Við so stuttum skotbráði – ein knappur tími, varð henda fyrireiking deyðadømd frá byrjanini. Á middegi fríggjadag vilja næmingarnir heim og lótu tí kanning verða kanning. Fleiri av næmingunum møttu tí upp mánamorgunin við telduútbúnaði sum ikki varð góður nokk.

Hesin feilur skal ikki tilskrivast næmingunum, men eina og aleina Mentamálaráðnum, sum ikki hevur ánilsi av hvat fyrireiking er fyri nakað.

At geva boð í síðstu løtu og skrumbla eina fyrireiking ígjøgnum – tað kann ikki annað enn geva trupuleikar.

 Uppstartur:

Næmingar og fyrisiting vóru kunnaði, um hvussu uppstartast skuldi til  IT Pisakanningina – alt gott um tað  – , men tey sum vaktina høvdu, og sum í verðuleikanum skuldu stýrt kanningini, høvdu fingið eina heilt aðra  kunning.

Táið trupuleikarnir  við uppstartinum stungu seg upp, varð roynt at ringja, fyri at spyrja um ráð, men eingin varð at hitta í hinum endanum —  hetta má sigast vera undir alt lágmark. Vit avgjørdu tí í felag at halda áfram. Vit á skúlanum tóku nú yvir við tí kunning, sum vit høvdu fingið  –  nú bar til. Skúlateldurnar í teldustovuni og fleiri av teldunum sum næmingarnir sjálvir høvdu við,  koyrdu nú kanningina ígjøgnum uttan trupuleikar.

Men er tað rættur framgangsmáti, at vit á skúlanum skulu stýra hesi kanning????

At Mentamálaráðið nú eisini í tíðindunum vil vaska fyri egnum duri og kolldømir allar næmingateldur sum óbrúkiligar, sigur meira um telduførleikan í Mentamálaráðnum enn um næmingateldurnar.

Niðurstøðan má tí verða:

At Mentamálaráðið og bara Mentamálaráðið eigur alla ábyrgdina av hesum hurlivasa.

og

At Mentamálaráðið, í fyrstu IT Pisakanningini, er  dumpað, vegna vánaliga planlegging.

 
Jóhan Heri Joensen, telduvørður

Fuglafjarðar skúli