Kampingtreffið á páskum í ár verður í Fuglafirði!
Vit hava fingið játtað frá Kunningarstovuni og Fuglafjarðar kommunu, at vit eru vælkomin til Fuglafjarðar á páskum í ár.
Alt er ikki komið uppá pláss enn, men vit sleppa at hava felagsmáltíðina inni í Mentunarhúsðinum, so tað skuldi verið góðar umstøður til eitt hugnaligt kvøld har.
Meir verður at frætta um tilmelding og annað, nærri vit koma feb/mars.
Vinarliga
Camping.fo
Kelda: camping.fo