Urtagarðskvøld á Fuglafjarðar bókasavni

Hóskvøldið 10. mai kl. 19.30 heldur býargartnarin Jóan Petur Berg fyrilestur á Fuglafjarðar bókasavni um urtagarðar og urtagarðsrøkt. Hetta kvøldið hevur tú møguleikan at fáa leiðbeining og góð ráð um, hvussu tú skalt gera og røkja urtagarðin.

Kom og fá íblástur frá fakmanni og tak grannan við tær. Bókasavnið bjóðar ein drekkamunn, og høvi verður at seta spurningar.

Fuglafjarðar bókasavn eigur nógvar bøkur um urtagarðsrøkt, sum kunnu lænast heim við.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.