Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Mentan, Skúli og barnaansing, Tíðindi

Næmingakonsertir í Fuglafirði

Lagt út av tann 12/05/2012 – 16:34

Fuglafjarðar musikkskúli fer týsdagin 15.  og mikudagin 16. mai at skipa fyri næmingakonsertum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Í musikkskúlanum verður undirvíst í violin, cello, floytu, klarinett, saxofon, messing, klaver, guitar og trummum. Tað eru gott og væl 60 næmingar, sum fáa ljóðførisundirvísing í Fuglafirði.

Týskvøldið verða tað næmingar, sum spæla violin, cello, floytu, klarinett, saxofon og horn, ið fara at framføra. Vit fara bæði at hoyra næmingar spæla solo, men høvi verður eisini at hoyra skúlaorkestrið “Legato”, ið er eitt orkestur við næmingum úr Fuglafjarðar musikkskúla og úr musikkskúlanum í Eysturkommunu.

Mikukvøldið verður so konsert hjá teimum, ið spæla klaver og hjá teimum, ið spæla guitar. Hetta seinna er kanska meira tann rútmiski parturin.

Báðar konsertirnar verða kl 19, og tær er ókeypis.