Sandur á sandin

Í allan gjárdagin koyrdu bilar sand í eina rúgvu heimi á sandi. Sandbáturin tók sandin upp úti undir Varmakeldueiði og lastbilarnir koyrdu í pendulfart allan dagin, úrslitið varð sandfjallið sum vit síggja á myndini.

Í dag hevur verið av besta summarveðrið og børnini hugnaðu sær á hesum nýggja spæliplássi, karmarnir vóru nógvir, og mammurnar hava fingið sand inná gólvið.

Náttúrukreftirnar fara nú at gera sítt arbeiði og leggja sandin har hann mest hóskandi skal liggja.

Vit kunnu bert frøðast yvir, at hildi verður áframm at fríðkað um sandin. Henda íløga er sera skilagóð, sandurin blívur størri og vakrari og verður við tíðini ein sonn perla í býarmyndini.