Nýggi Høgaberg kemur á Fuglafjørð í komandi viku, hetta er ikki tann sami sum keyptur varð til Føroyar í fjør. Hesin Høgaberg hevur 40 tons størri frystiorku.
Høgaberg kemur at taka ímóti makreli úti á feltinum men fer eisini sjálvur at fiska. Skipið fær kvotuna hjá gamla Høgaberg og eisini sín part av kvotuni hjá verksmiðjuskipunum.