Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi

Stórfingin konsert í Fuglafjarðar Kirkju

Lagt út av tann 14/10/2012 – 11:11

Í sambandi við Mentannarvikuna í Fuglafirði var stórfingin konsert í Fuglafjarðar Kirkju, har enskur kórtónleikur og barok orkesturtónleikur var á skránni.

Kórið var mannað av sangarum úr Fuglafirði, Leirvík, Gøtu, Eiði, Klaksvík og úr Havn. Harafturat luttók eitt 20-manna orkestur,sum var samansett av tónleikarum úr symfoniorkestrinum og víðarkomnum næmingum á musikkskúlanum.

Tveir sangsolistar vórðu eisini at hoyra.Sopransolisturin var bert 20 ára gomul. Hon er úr Brasiliu. Men er hálvur fuglfirðingur, av tí at pápin – Atli Ellendersen – er ættaður úr Fuglafirði. Hann býr í dag í Brasiliu, har hann arbeiður sum violinleikari og orkesturleiðari.

Hin solisturin er meira kendur í heimligun sangumhvørvið. Tað var Fróði Sandoy av Velbastað, kendur ma.sum leiðari av kórinum Sólarmagn. Sera dugnaligi dirigenturin, Michael Bawtree úr Glasgow í Skotlandi, gjørdi eitt sera gott arbeiði fyri at konsertin kundi blíva so góð, sum hon nú einferð bleiv.

Á skránni var partar av Messias av Handel. Síðani var tað ta kendi bretska tónaskaldið Charles V.Stanford, við tveimum sangum og síðani eitt stykki av tí ou 35 ár gamla skotska tónaskaldinum Paul Mealor, sum nú er vorðin heimskendur (og ríkur eisini) eftir at hann komponeraði eitt kórverk til brúðarvígsluna hjá  bretsku prinsessuni Kate og William prinsi í Westminster. Og miðskeiðis undir konsertini spældu so The Faroe String ta frálíku Branderburgerkonsertina nr.3 av Bach.

Hetta var sanniliga ein hugtakandi løta. Og at áhoyrarunum dámdu bóru lógvbrestirnir aftaná Halleluja-kórið eisini boð um.