Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Skúli og barnaansing, Tíðindi

Byggiskrá fyri skúlarnar á Kambsdali

Lagt út av tann 23/10/2012 – 09:29

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður hevur frá bygginevndini fingið handað byggiskrá fyri skúlarnar á Kambsdali.

Talan er um at byggja umleið 780 m2 afturat og at umbyggja umleið 340 m2, ella 1120 m2 tilsamans. Í Løgtinginum liggur uppskot til løgtingslóg um at um- og útbyggja miðnámsskúlarnar á Kambsdali, og har er ásett, at byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða 22,5 mió. kr. íroknað prosjektering og innbúgv. Bygginevndin hevur raðfest innan fyri henda karmin, soleiðis at byggingin umfatar 4 flokshøli, 8 bólkarúm, tónleikastovu og kreativa verkstovu, miðlasavn, arbeiðshøli til lærarar, móttøku, høli til umsiting og fundarhøli. Ætlanin er at fara undir prosjektering so skjótt til ber og at bjóða arbeiðið út á vári 2013.

Á Kambsdali eru tilsamans umleið 550 næmingar og 70 starvsfólk. Skúlarnir megna, sum er, ikki at hýsa øllum næmingunum, og lærarar og næmingar hava trongar arbeiðsumstøður. Tveir flokkar húsast í løtuni í ítróttahøllini á dalinum. Endamálið við útbyggingini er at nøkta hølistørvin og tryggja nútímans námsfrøðiligar karmar.

Kelda: Mentamálaráðið