Skúlastýrisval 13. november 2012

Skúlastýrisval verður týsdagin 13. november 2012 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Veljast skulu 3 foreldraumboð. Vallistin liggur frammi í skúlanum og á kommunuskrivstovuni fram til 6. november. Valrætt og valbæri til skúlastýrisval hevur hvør tann, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan.

Týsdagin 30. oktober skipar valnevndin fyri kunnandi uppstillingarfundi. Fundurin verður í fimleikahøll skúlans. Sí. meira á heimasíðu skúlans. www.ffs.fo