Kanningin verður verðandi.

Vit hava fingið fleiri áheitanir um at taka kanningina “Hvønn lista fert tú at velja til kommunuvalið?” av portalin.

Svarið er, “nei” – kanningin verður verðandi eina tíð afturat. Hartil skal so eisini sigast, at kanningin í grundini kann vera skeiv, tí øll hava møguleika at stemma. Tað er ongantíð nøkur trygd fyri at nøkur kanning er røtt, kanningar eru bert vegleiðandi, so sjálvandi skal hon takast við størsta fyrivarni!

Vit meta hetta als ikki geva nøkrum nakran fyrimun.

Øll hava somu rættindir at koma við greinum um tey ynskja tad, hetta er fleiri ferðir kunngjørt. Greinar kunna sendast inn umvegis leinkjuna á ovasta bredda -” Skriva til okkara“- Tað er upp til hvønn einstakan, hvussu nógv tey leggja í at verða vald inní kommunustýrið.

Jóhan Joensen