Valfundur í Mentanarhúsinum

Valfundur umfatandi Fuglafjarðar Kommunu verður í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið tann 9. november kl. 19.00.

Á valfundinum verður møguleiki fyri at hoyra og síggja Fuglafjarðar Býráð, og aftaná er møguleiki fyri, at hoyra og síggja tey sum eru uppstillaði til komandi Býráðsval í Fuglafjarðar Kommunu.

Vit síggjast fríggjakvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.