Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi, Valevnini skriva

Systkinaavsláttur

Lagt út av tann 08/11/2012 – 10:00

Í nógvum kommunum fáa foreldur, ið hava trý ella fleiri børn í ansingarstovni systkinaavsláttur.

Tað vísir seg at vera ein sera tung fíggjarlig byrða hjá nógvum foreldrum, sum bæði arbeiða í vinnu, tá ið gjaldast skal fyri fleiri børn í vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla. Ja, fyri nógv hongur tað snøgt sagt ikki saman.

Tá ið vit hugsa um hetta – og samstundis leggja dent á, at vit jú ynskja fólkavøkstur og harvið eisini fleiri børn – ja, so má ásannast, at tíðin er komin til, at vit eiga at seta hetta í verk – at geva systkinaavsláttur. – Also, vit eiga at fjálga um tey, sum fáa fleiri børn.

Hetta fari eg at virka fyri!

Eyðun á Lakjuni, valevni á lista B