Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Home » Tíðindi, Valevnini skriva

Eg havi valt at stilla upp til kommunuvalið 2012.

Submitted by on 12/11/2012 – 17:00
Leif Andre Eliassen
Print Friendly

Tað, sum eg vil arbeiða fyri, er at fáa lív í miðbýin aftur. Har hugsi eg serliga um vegin frá Vónavirkinum til Mentunarhúsið. Tey seinastu 30 árini hevur kommunan brúkt sera nógvar pengar uppá at skapa góðar karmar til vinnulívið á kaiini. Tað er sum so gott, tí har hava vit í dag sera sterkar vinnufyritøkur. Men hinveigin, so hevur kommunan gloymt miðbýin. Sera nógv hús eru tikin niður eftir høvusvegnum (niðaravegi), so at lastbilarnir hava fingið betur pláss at koyra norður til kaiina. Her var einaferð nógv lív í. Har vóru nógvir handlar, bakarí o.s.fr. Í dag sær tað út sum um vit hava verið í kríggj og hava tapt kríggið. Tí haldi eg, at vit eiga at fáa ein býararkitekt at koma við uppskotum um, hvat vit kundu fari og bygt framvið hesum vegastrekkið. Vit kundu eisini skipa fyri einari arkitektakapping, soleiðis at vit fingu fleiri uppskot um hvussu hetta vegastrekkið kundi komi at sæð út. Hetta er ein langtíðarætlan uppá eini 10-15 ár.

Í skúlaøkinum vil er virka fyri, at vit fáa eina nýggja framhaldsdeild á Kambsdali. Hetta kann gerast saman við Eysturkommunu. Gamli skúli eigur at verða tikin niður. Tey, sum ganga frá 1-7 flokk kundu verði flutt í ‘66 skúlan.

Í eldraøkinum hava vit brúk fyri fleiri búðplássum. Hetta kann loysast við at byggja eitt ellisheim afturat. Kommunan skuldi byggja eitt Úti á land fyri nøkrum árum síðan, men tann ætlanin bleiv av ongum. Tann ætlanin eigur at verða tikin uppaftur

Bussrutan millum Kambsdal og Fuglafjørð eigur at verða tikin uppaftur. Kambsdals búgvar vístu sína ónøgd Fríggjakvøldið í Mentanarhúsinum, av tí at hendi rutan var niðurløgt.

Fótbóltsvøllurin hjá okkum er ov lítil. ÍF hevur eitt fyribilsloyvi frá FSF at brúka vøllin. At breiðka vøllin letur seg ikki gera, so har hevur kommunan bara ein møguleika, og tað er at byggja ein nýggjan vøll á Kambsdali.

Sera nógvir íbúgvar hava víst sína ónøgt við nøkur av teimum russisku skipunum. Har kemur nógvur larmur og roykur frá teimum. Roykurin sum kemur frá teimum er sera heilsuskaðiligur. Fyri meg tykist tað løgi, at mynduleikarnir ikki hava gjørt nakað við hendan truppuleikan. Um landstreymur ikki er ein møguleiki, so skuldi tað verði eitt krav, at tey ikki kundu brúkt tungolju men t.d. gassolju. Í ES londunum hava tey strong krøv í hasum viðvíkandi, og vit eiga at gera tað sama.

Um eg skal taka saman um, so er hetta íløgur fyri nógvar pengar. Alt letur seg ikki gera uppá  4 ár. Her má raðfestast. Sjálvur eri eg ikki fyri at skuldarbinda kommununa fyri stórar upphæddir, tí tað hevur við sær eitt hægri skattaprosent. Tað er 21,5% í løtuni.

 

Minst til valdagin 13 nov. at seta X við lista D ella Leif André Eliasen.