Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi, Valevnini skriva

Nú er ikki langt eftir!

Lagt út av tann 12/11/2012 – 22:47

Tað verður ikki nógv skrivað afturat í hesum valstríðnum. Eg vil til allarseinast koma við hesum reglunum og eini áheitan.

Fleiri stórar avbjóðingar standa fyri framman í okkara kommunu. Eg havi fleiri ferðir nevnt skúlaviðskiftini. Tey flestu munnu vera samd við mær um, at hetta eigur at fáa hægstu raðfesting nú.

Annað øki, ið eigur at verða raðfest sera høgt, er eldraøkið. Hetta verður lagt út til kommunurnar at umsita 1. januar 2014. Her haldi eg, at vit eiga at skipa so fyri, at møguligt verður hjá eldri at flyta úr egnum húsum og í íbúðir at búgva, – møguliga vardar íbúðir.

Eisini vil eg leggja dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit alla tíðina skipa so fyri, at nýggj og góð virkir, ið skapa arbeiðspláss og harvið vøkstur og trivna, hava góðar møguleikar at virka í okkara kommunu.

Eín áheitan á teg skal verða at fara á val í morgin og velja onkran á lista B inn í Fuglafjarðar kommunu. Eg vil eisini siga, at eg sjálvur eri spentur at taka av avbjóðingini.

Eyðun á Lakjuni, valevni á lista B