Takk fyri stuðulin

Eg vil fegin takka øllum tykkum, sum stuðlaðu mær, ella lista D, á kommunuvalinum í gjár. Við tykkara hjálp havi eg fingið møguleika at taka eina setu aftrat – hesaferð í einum sterkum lista D, sum hevur 5 býráðssessir og sostatt meirilutan. Takk fyri álitið.

Tíðin í andstøðu kann tykjast møðsom og kann vera slítandi, men samstundis fær hon teg at leggja enn meira fyri og at stremba eftir broyting. Vit vilja bróta burtur úr nýggjum, hetta var slagorðið í valstríðnum, og meirilutin tók undir við hesum.

Vit gleða okkum at fara til verka í einari nýggjari skipan, sum er merkt av trivnaði, skynsemi og opinleika, og sum fer at vera til gangs fyri allar borgarar í kommununi.

Magnus S. Midjord