Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Mentan, Tíðindi, Útvald

Upplestur í Ribarhúsi

Lagt út av tann 25/11/2012 – 11:46

Týskvøldið 27.nov kl. 20:00 poetiskt kvøld við upplestri í Ribarhúsi.

Tað er ikki ofta at fólk lesa egnar yrkingar upp, men týskvøldið 27. novembur kl 20:00 fara tríggir yrkjarar at lesa egnar yrkingar upp í Ribarhúsi.

Teir eru: Alexandur Kristiansen, Petur Martin Petersen og Edmund Joensen.

Rói Eliasen spælir og syngur nøkur løg.

Alexandur kenna allir føroyingar, sum eitt framkomið skald, ið hevur ríkað okkara skaldaheim við dygdargóðum yrkingum til bæði vaksin og børn.

Petur Martin hevur í fleiri ár havt yrkingar í bløðunum á ymiskan hátt og fagnað fólki her í bygdini við yrkingum, til føðingardagar , veitslur og felagsskapir av ymsum slag.

Edmund Joensen, sum er Lambamaður og er lærari í Fuglafjarðar skúla, hevur tey seinastu árini givið seg til kennar sum góður yrkjari.

 

Kaffi og jólaligar køkur.

Øll eru hjartaliga vælkomin