Útgávukonsert við Hanus G. Johansen

Í samband við fløguútgávuna hjá Hanusi G. Johansen, Á fold eru 1000 Gudar, verður stórsligin útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið tann 30. novmeber kl. 20.00.
Aftrat Hanusi eru sera dugnaligir tónleikarar:
Mikael Blak, bass
Benjamin Petersen, guitar
Magnus Johannesen, tangentar
Per I. Højgaard Petersen, trummur

Kostnaður 150,- og verður einans selt við dyrnar, ella við at bíleggja.

Til ber at senda t-post á [email protected] ella senda sms á tel. 23 80 70, og leggja atgongumerki av til konsertina. Skriva navn og nøgd av atgongumerkjum.

Her er leinkja til tiltakið á Facebook: