Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Fótbóltur, Ítróttur, Tíðindi

Feðgarnir eru ÍF’arar í 2013

Lagt út av tann 03/12/2012 – 11:22

Nú er tað greitt, feðgarnir úr Klaksvík, Jákup og Poul Nolsøe Mikkelsen leika við ÍF í 2013.

Í kvøld er ein 1-ára avtala gjørd við besta málverjan í Føroyum 2012, Jákup F. N. Mikkelsen, og ein 1-ára avtala er samstundis eisini gjørd við 17-ára gamla sonin hjá Jákupi, Poul N. Mikkelsen. Jákup hevur leikt 86 dystir fyri besta liðið hjá ÍF, hevur vunnið heitið sum “Ársins ÍF leikari” tvær ferðir, og fekk í ár heiðurin sum “Ársins Málverji” í Føroyum. Poul hevur leikt 1 dyst í Effodeildini og 12 dystir í 1. deild, har hann hevur umboða KÍ í báðum førum. Poul hevur verið partur av U19 landsliðnum, og er miðverjuleikari av natúr, men kann eisini leika á øðrum plássum.

Vit eru sera fegin um, at feðgarnir hava valt at umboða ÍF í 2013.

Poul, hjartaliga vælkomin til Fuglafjarðar, og Jákup, hjartaliga vælafturkomin. Góða eydnu í ÍF blusuni komandi kappingarár

 

Kelda:ÍF