Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Fótbóltur, Ítróttur, Tíðindi, Útvald

Bogi Reinert Petersen aftur við ÍF

Lagt út av tann 13/12/2012 – 17:00

bogi r pÍF og Bogi Reinert-Petersen hava undirskrivað ein 1-ára sáttmála.

Bogi er uppvaksin í ÍF, men valdi sum 15-ára gamal at fara til Vejle at royna at menna seg sum fótbóltsleikara. Hetta hevur sjálvandi ment Boga sum fótbóltsleikara, har hann m.a. hevur umboða føroysku U-landsliðini 18 ferðir í alt síðani 2008, og sum oftast sum liðskipari á liðnum.

Í seinnu hálvu í 2011, kom Bogi til Føroya at royna seg hjá HB, og her leikti hann 5 dystir í Effodeildini og 9 dystir í 1. deild, har hann skjeyt 5 mál. Síðani gekk leiðin niðuraftur til Danmarkar, har hann seinastu tíðina hevur umboða Hedensted í Danmarksseriuni, men í 2013 verður hann ÍF’ari aftur. Hetta gleðast vit sjálvsagt um í Fuglafirði.

Kelda: ÍF