Nýggjur leiðari settur á Kambsdali

gunnleifGunnleif Berjastein er nýggjur leiðari í timburhandlinum 2×3 á Kambsdali og ynskið hjá nýggju leiðsluni er at veita dygdargóða tænastu til eysturoyingar og norðoyingar.

Gunnleif Berjastein sum áður hevur starvast m.a. í timburhandlinum í Klaksvík er 43 ára gamal og útbúgvin snikkari . Trúgvi Mortensen og Birgir Nielsen stjórar í Havnar Timburhandli og 2×3 siga at Handilin á Kambsdali er ein handil á sera høgum støði sum veitir eina sera góða tænastu til Eysturoy og Norðoyggjar .

– Vit hava valt at seta Gunnleif í starv tí vit vita at hann er sera fyrikomandi og fryntligur persónur sum altíð setur kundan í hásætið. Harafturat hevur hann sterka fakliga vitan og eitt sera gott samstarv við handverkarar í baði Eysturoy og Norðoyggjum.

Vit eru her fyri at ráðgeva

Sjálvur sigur Gunnleif, at hóast hann er sølumaður so er uppgávan fyrst og fremst at verða ráðgevi.

– Eg síggið tað sum mína uppgávu at verða ein ráðgevi hjá viðskiftafólkum okkara og tí vil eg gera alt fyri at fólk sum koma á gátt hjá okkum kenna seg at verða í góðum hondum. Vit fara serliga at leggja okkum eftir at veita eina góða tænastu og tað eru vit sera væl fyri at gera tí handlar okkara bjóða fram eitt sera breitt vøruúrval av tilfari og lutum til bygging. Kundar okkara fáa við hesum nógvar møguleikar at velja ímillum. Á goymslum okkara eru uml. 15.000 vørunummur, men í gjøgnum samband okkara við framleiðarar kring allan heim, hava vit atgongd til fleiri hundratúsund ymiskar vørur til bygging. Okkara aðalmál er at veita eina munagóða tænastu, t.d. at rokna tilfarslistar, koyra vøruna á byggipláss¬ið, bera hana undir tak, veita kreditt o.s.fr.