Ungur tónleikari kunngerð nýtt lag.

Jógvan JoensenJógvan Joensen, sonur Annu og Jógvan Martin (Massi) hevur seinastu vikurnar verið í upptøkuhølunum, og nú er hann til reiðar við einum nýggjum lagið, sum er lagt út á YouTube.

Leygardagin 30. mars var bólkurin hjá Jógvan Joensen í Smart Recordings og gjørdi upptøkur til eitt nýtt lag, sum ber heitið “Hope and Laughter”.

Jógvan Joensen er 24-ára gamal, og fyllur tónleikurin ein sera stóran part í lívinum hansara.

Sagt verður út Smart Recordings, at Jógvan við hesum lagnum hevur eitt ynski um at røkka longri inn á tann føroyska tónleikapallin.

Lagið “Hope and Laughte”r er orginalt og ektað, og hevur sangurin ein kláran og sigandi boðskap. Hetta lagið er sveimandi og lurtaravinarligt, og fer heilt vist at gerast eitt hitt.
Lagið kann hoyrast her:

http://www.youtube.com/watch?v=QiV_D943sbI&feature=youtu.be