Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Nýggja familjumynstrið og trivnaður í fokus í Fuglafirði

Í  døgunum 7. og 8. apríl skipa stovnar, skúli og kommuna fyri evnisdegi og fyrilestri í Fuglafirði, har ljós verður varpað á broytta familjumynstrið. Endamálið er at fáa í lag orðaskifti um, hvussu nýggja tíðin ávirkar gerandisdagin hjá  barnafamiljum og samstarvið millum foreldur og stovnar.

Í hinum Norðanlondunum hevur nógv verið at hoyrt um hvussu nýggju tíðirnar hava ávirkað gerandisdagin hjá fólki, og hvussu krøvini til og fortreytirnar hjá familjunum eru broyttar. Hóast tað hevur verið ført fram, at Føroyar í ein ávísan mun hava eitt meira traditionelt familjumynstur, so skert ikki burtur, at nýggja tíðin eisini er komin til okkara.

Julianna Næs, leiðarin á dagstovninum í Fuglafirði, vísir á, at nýggja tíðin hevur við sær, at foreldur og børn eru minni
saman nú enn fyrr. “Ein alsamt størri partur av uppalingini fer í dag fram á stovni og í skúla, og hetta setir heilt onnur krøv til starvsfólkið,” sigur Julianna Næs.

Irena Olsen, leiðari á Sosialu  deild hjá Fuglafjarðar kommunu sigur, at tørvur hevur verið á orðaskifti um nýggju tíðina: “Tørvur er fyrst og fremst á størri forstáilsi millum stovnar, skúla og foreldur, tó er eisini tørvur á størri forstáilsi millum ymisku fakbólkarnar,” sigur Irena Olsen.

Fyrireikararnir  vilja, at fundurin skal gera allar bólkar meira tilvitaðar og betri skúlaðar um nýggja familjumynstrið. Haraftrat er ynskið eisini, at foreldrini fáa amboð til at eftirmeta tíðina, sum tey hava saman við børnunum.

Evnisdagurin, sum verður hildin í Mentanarhúsinum 7. apríl, er fyri foreldur, starvsfólk og býráðspolitikarar í Fuglafirði.
Fyrilesturin, sum verður í Ítróttar- og Samkomuhøllini á Kamsbdali 8. apríl kl. 19 er fyri øll, sum hava børn í dagrøkt, dagstovni, frítíðarskúla og skúla í Fuglafirði.

Danski lærarin og  sálarfrøðingurin Jens Andersen luttekur báðar dagarnar. Jens Andersen starvast á Pædagogisk Psykologisk Rådgivning har hann eitt nú undirvísir á diplom- og kandidatstøði. Hann hevur hann virkað sum ráðgevi fyri
eitt nú danska undirvísingarmálaráðið, kommunur og stovnar, haraftrat hevur hann skrivað mangar greinar og er kendur fyrilestrarhaldari.