Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Gregorianski álmanakkin

Jólini eru farin afturum, og nú verður gjørt klárt til at hátíðarhalda ársskifti. Eitt ár – er tíðin jørðin hevur at ferðast um sólina. Vanliga siga vit at tað tekur 365 dagar, men heilt rætt er tað ikki. Ymsar justeringar eru gjørdar í tíðarrokningina, síðani Julius Cesar innførdi fyrsta verðuliga álmanakkan í árinum 46 f. kr.

Tann gregorianski álmanakkin er álmanakkin sum vit í dag brúka.

At  gera ein álmanakka, sum nágreinliga er eitt ár, er sera trupult, tí eitt “tropiskt ár” er ikki 365 døgn, men 365,24219878 døgn.

Julius  Cæsar innførdi tann Julianska álmanakkan í árinum 46 f. kr. Sambart Julianska álmanakkan skulu ár sum býtast kunnu við 4 verða skotár, t.v.s. hava 366 dagar í mun til 365. Tað julianska árið er tí 365,25 dagar.

Árslongdin á 365,25 dagar hevði tað við sær, at í 1500-talinum varð ein ójavni komin í uppá 10 døgn. Hesin trupuleiki varð loystur í 1582, tá pávin Gregor XIII innførdi tann gregorianska álmanakkan. Nú varð rættað uppá henda mun uppá 10 dagar.

Tað  løgna er, at tann gregorianski álmanakkin varð fastlagdur, meðan geocentriski hugsunarhátturin sat við maktina. (Geocentriskt verðaldarmynd = jørðin er miðpunkt í alheiminum).

Tann  gregorianski álmanakkin hevur, eins og tann julianski, skotár fjórða hvørt ár, men ár sum býtast kunnu við 100 eru ikki skotár/leypár. Men hesi hundraðárini eru tó skotár/leypár, um tey kunnu býtast við 400. Fyrstu ferð henda regla hevur verið í gildi varð ár 2000, sum var skotár/leypár.

Hesin rokniháttur gevur eina árslongd á 365,2425 dagar, sera tætt við tað rættað. Hesin álmanakkin gevur ein feil sum
bert er 3 dagar í 10.000 ár. Um man varð “perfektionistur” so skulu ár sum býtast kunnu við 3333 heldur ikki verða skotár.

Í Danmark/Føroyum varð gregorianski álmanakkin tikin í nýtslu 1. marts 1700 (Eitt lop aftur í tíðina á 11 dagar).

Gomul føroysk gáta
Eg veit eitt træ hægst á fjalli við trettan greinum,   (13 mánaðir)
Fýra reiður á hvørjari grein,    (4 vikur í mánaðinum)
seks fuglar í hvørjum reiðri,    (6 arbeiðsdagar)
hin sjeyndi ber gyltar fjaðrar.    ( 1 sunnudagur)
Svar:
Árið við mánaðum, vikum og døgum.

Hví hevur árið 13 mánaðir?
Bæði  tann núverandi gregorianski- og hin gamli julianski álmanakkin býta árið upp í tólv mánaðir. Tað sama gjørdi tann gamli norrøni, men orsaka av at sól og mánaárið ikki passa heilt saman, varð neyðugt, við rímuligum áramuni, at rætta árið av við einum eyka, trettanda mánaði.

 

[28.12.2008 – Jóhan Heri Joensen]