Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Býráðsskrivarar hittast til ráðleggingarfundir

Fríggjadagin tann 17. november 2006 var fundur í Klaksvík millum býráðsskrivararnar í limakommununum í KSF
Kommunusamskipan Føroya, sum eru Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Tvøroyrar, Fuglafjarðar, Vágs og Sandoyar kommunur.

Stýrið í KSF er mannað av borgarstjórunum í limakommununum, meðan  býráðsskrivararanir manna ein starvsbólk, hvørs uppgáva er at fyrireika  mál til viðgerðar í stýrinum.Hugnaligu hølini hjá Menningardeildini í Klaksvíkar Kommunu vóru  karmur um hendan fundin hjá starvsbólkinum, sum í løtuni arbeiðir við at  gera eitt uppskot til stýrið í KSF um hvørji málsøki eiga at verða løgd  út til kommunurnar at umsita og hvussu skjótt hetta eigur at verða gjørt.Heilt síðan stovnsetaninina hevur eitt av aðalmálum KSF’s verið at  virka fyri menning av kommunalu eindunum kring landið, millum annað við  at málsøki verða flutt frá landsmyndugleikanum til kommunurnar og á tann  hátt at flyta kvalifiseraði størv út á nakrar kommunalar kraftardeplar  kring landið.

Tað er einki dulsmál, at stígur hesi seinastu árini er komin í hesa  tilgongd, og tí hava borgarstjórarnir í stýri KSF’s biðið starvsbólkin  og umsitingina í KSF um at koma við einari dagførdari lýsing av støðuni  saman við einum tilmæli um víðari arbeiðsætlan.

Starvsbólkurin hevur havt nakrar fundir og fer í næstum at leggja uppskotið fyri stýrið í KSF.

Á fundinum í Klaksvík luttóku hesir persónar:
Jens Marius Poulsen, starvsbólkaformaður og kommunustjóri Tórshavnar Kommuna,
Dinna Jensen, býráðsskrivari Runavíkar Kommuna,
Petry Joensen, býráðsskrivari Vágs Kommuna,
Jákup Frants Larsen, býráðsskrivari Fuglafjarðar Kommuna,
John Færø, býráðsskrivari Klaksvíkar Kommuna og
Jóan Petur Hentze, aðalstjóri í KSF Kommunusamskipan Føroya.

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri var eisini inni á gólvinum og  bjóðaði gestunum vælkomnum til Klaksvíkar, og nýtti starvsbólkurin tá  eisini høvið at samskifta við hann um nøkur av høvuðsevnunum, sum  arbeitt verður við í bólkinum.

Millum málsøkini, sum verða umrødd og lýst í sambandi við nýggja  uppgávubýtið millum land og kommunur, eru m.a. fólkaskúlin,  musikkskúlin, kvøldskúlin, eldraøkið, bókasøvn og bygdasøvn.

 

[23.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]