Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Dánjal Vang sigur nei!

Dánjal Vang, varaborgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, grundgevur fyri, hví fuglfirðingar eftir hansara tykki gera rættast við at siga nei til, at Eysturoyggin verður ein stórkommuna.

– Vit fara at missa sjálvræði, vit missa býráð og umsiting, og borgarin missur nærleikan til býráð og umsiting. Borgarin missur eisini stýringina av útbyggingini av skúlanum, sambýlinum, eldraíbúðum, vegum, kloakkum og øðrum.

Dánjal vísir á, at borgarin fer at missa rættin til íløgurnar, tí tær verða brúktar sentralt, sum hann tekur til og vísir til Skagen/ Frederikshavn, har hann sigur, at bert havnaskrivstovan er eftir í Skagen.

– Vilja tey í Skagen biða um pengar frá stórkommununi, er svarið: ”Vit mangla 70 miljónir.”

Og varaborgarstjórin heldur fram:

– Spyr íslendingar, norðmenn, sviar og danir. Stórkommunur eru av tí ónda.

Dánjal Vang heldur, at fuglfirðingar fara at missa fíggjarligu stýringina av øllum kommunalum málum, og borgarin fer at fáa ov lítið aftur av tí, sum verður goldið í skatti.

– Vit fuglfirðingar búgva við úthavsins strendur, og skulu vit bjarga okkum sjálvum, mugu vit verða ein sjálvstøðug kommuna.

Hann leggur aftrat, at eldraøkið og skúlaøkið vil Fuglafjørður saktans samarbeiða við aðrar kommunur um.

– Eldraøkið vil kosta umleið 16 miljónir krónur í rakstri, og skúlin vil kosta umleið 12 miljónir í rakstri. Tað klára vit.

Fuglafjørður hevur havt skúlasamarbeiði við Eysturkommunu í 50 ár. Tað hevur gingið framúr væl.

– Í 30 ár hava vit arbeitt saman við Eysturkommunu um Ítróttarhøllina, og tað gongur eisini uppá stás.

Dánjal Vang sigur, at á skúlaøkinum koma broytingar eisini at fara fram í sátt og semju við Eysturkommunu, men verður tann politiska maktin flutt úr Fuglafirði, missa vit tann dynamikk, sum er í bygdini.

– Eg sigi nei til stórkommunu í Eysturoy, men eg sigi ja til samstarv við aðrar kommunur, sigur varaborgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu.

Kelda: www.portal.fo