Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Mentanarvika 18. – 23. September

Mentanarvika verður í Fuglafirði 18. – 23. September

“Livandi mentan, har vit koma hvørjum øðrum við” er grundsjónarmiðið aftanfyri mentanarvikuna, sum verður í Fuglafirði frá týsdegnum, 18. september, til sunnudagin, 23. september, 2012. Skráin fer at bjóða eina rúgvu av góðum og áhugaverdum tiltøkum hvønn dag alla vikuna. Umframt at síggja og hoyra ymiskt, verður eisini lagt upp til, at fólk sjálvi luttaka og skapa. Vikan leggur upp til at fólk, sum duga, tíma og vilja – geva sær tíð til at koma hvørjum øðrum við. Soleiðis umfatar skráin – umframt ymsar størri og minni framsýningar, fyrilestrar og konsertir – eisini eina røð av tiltøkum og verkstovum, har fólk, eisini aðrastaðni frá, kunnu luttaka. Stovnar, virkir, handlar, fríðtíðar- og áhugafelagsskapir og einstaklingar í býnum hava tikið væl í móti áheitanum og fyrispurningum frá kommununi, og er tað hesum fyri at takka, at skráin sær lovandi út. Endaliga skráin verður lýst m.a. á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu,

www.fuglafjordur.fo og á sosialu miðlunum í næstum. Hetta er á fyribilsskránni: Verkstovur: Dansiverkstova fyri ung í skúlanum, sum endar við dansiframførslu í gamla svimjihyli, verkstova í skúlanum í samband við fyrireiking av “paradu”, kreativar verkstovur í Ribarslofti m.a. pílaflætting og ymsar verkstovur í sambandi við UNIKA-gávu-marknað hinumegin vegin, opin verkstaður á Vesturstovu, Verkstova/barnaringur í Thabor, tónleikaverkstova og “jam” á John’s Cafe við m.o. Stanley Samuelsen og Høgna Lisberg, ungdómsverkstova og kappingar í “Hygge Joe’s” í Mentanarhúsinum, opin verkstaður í Lonini og dansiverkstova við Selmu Kjærbo saman við Flog fyri vaksin, børn, arbeiðsfólk, virkir, stovnar. Størsta verkstovan er “Kórmót”, sum Fuglafjarðar Sangkór hevur tikið stig til. Tey hava bjóðað skotska urguspælaranum og kórleiðaranum Michael Bawtree higar at leiða Kórmótið, har tey m.a. fara at syngja brot úr Händels Messias. Kórmótið endar við konsert í kirkjuni. Daglig tilboð: Kamping uttanfyri Mentanarhúsið, morgunsvimjing í svimjihøllini ella á sjónum við møguleika fyri morgunmati í Mentanarhúsinum aftaná. Morgunkaffi, prát og avísir við runda borðið á Bókasavinum, Undirhúsið er opið, Piddasa handil og Gallerí Ribarhús eru opin, stórur UNIKA-gávu-marknaður er opin (m.o. Fíl, Shisa, Freeleif, knappliga, Erla Perla, Lilliane Svøðstein, Guðrið Poulsen) Morgunmatur til keyps hvønn gerandismorgum í Mentanarhúsinum, brunch verður at fáa í vikuskiftinum. Pannukøkur. Johns Cafe hevur opið, Pizzaria Prima Vera hevur opið og Muntra hevur góð buffettilboð alla vikuna. Tiltøk: Gongutúrur eftir fjøllunum kring Fuglafjørð, grótbrotskonsert við Sleepless Ghosts, fyrilestrar av ymsum slag, skrønir úr Fuglafirði, Poetry Slam á Bókasavninum, ÍF flogbóltur skipar fyri uttandura flogbóltsvølli og tiltøkum á sandinum, ponyríðing, Fuglafjarðar Sløkkilið hevur framvísing av útgerð, klipping og sløkking av bili v.m. Filmssýningar í Mentanarhúsinum, nýggi Barnagarðurin á Kambsdali hevur opið hús, kappingar, rundvísingar á kajuni, Altjóða Alzheimerdagur 21. sept, andlitsmáling, dukkuleikir, brot úr gomlum smalfilmi úr Fuglafirði, stórur barna/leiku-loppumarknaður (øll børn eru vælkomin at luttaka), karokekapping, filmsýningar og upplestur fyri børn undir skúlaaldur á Bókasavninum, Bassi vitjar, “Syngið við”-hugnatiltak við buffet frá Muntra sunnukvøldið 23. sept. Framsýningar: Fotoframsýning “Gerandismyndir”, framsýningin “KUFFERT” í hølum hjá Havsbrún (øll kunnu luttaka), veteranbilasavn letur upp, vindeyga-lista-framsýning eftir niðasta vegi, framsýning av bundnum kjólum, framsýning við gomlum myndum úr Fuglafirði, framsýning av steinprentum hjá Fríðu Brekku, Bárður Jákupsson og Olivur við Neyst í Gallerí Ribarhús, framsýning av gomlum lestrarbókum, bíblium og sálmabókum í kirkjuni, málningaframsýning við Frits Johannesen, Øssur Mohr og Heðin Kambsdal, málningaframsýning við Idu Jacobsen í Vesturstovu, Fornminnisfelagið hevur opið í Høvdahúsinum og letur nýtt bátasavn upp í Ribarhúsi, Alzheimerfelagið og fólk ið hava arbeitt við reminicens hava framsýning í Høvdahúinsum, Mortansa hús er opið. Kunningarbásur við vetrarskráum hjá felagsskapum í býnum. Tónleikur og konsertir: Tónleikatreff og -jam á Johns Cafe og í Ribarhúsi alla vikuna, Konsertfelagið skipar fyri klassiskari urgu- og trompetkonsert í kirkjuni við Michael Bawtree og Johan Hentze, Kórmót við framførðslu av m.a. Händels Messias, Stanley Samuelsen, Lív Næs og Tróndur, Rói & Jonhard, Fuglafjarðar Hornorkestur, Niels Midjord, Høgni Lisberg, Sleepless Ghosts, Late Night Satelite, Absurdy Fair, fourMENH, Brandur, T.O.S., dreingjabólkurin Antonymes, Jeanett & Elsa, jassbólkurin Stolen Moments og onnur. Vónandi síggjast vit har. Vit gleða okkum! Um áheitanir, hugskot ella fyrispurningar eru, vinarliga vendið tykum til mín. Bestu heilsanir Brynhild Næs Petersen Samskipari 238010