Nýggj 65 metra lang djúphavn verður nú gjørd í Fuglafirði

Nýggj 65 metra lang djúphavn verður nú gjørd í Fuglafirði

Fuglafjarðar kommuna hevur samtykt at gera eina 65 metra langa djúphavn. Kostnaðurin er 13,5 milliónir krónur. – Harvið eru fortreytirnar fyri eini oljuhavn til tungolju til staðar, og harumframt eru ætlanir um at gera eina 200 metra langa arbeiðshøll inn í fjallið, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði.

Articon átti lægsta tilboðið, og tí verða  tað teir, ið skulu gera nýggju havnina í Fuglafirði, ið er 65 metrar long og 14  metrar djúp. Teirra tilboð ljóðaði uppá 7,2 milliónir krónur. Kommunan ger ein  part av arbeiðinum sjálv, so samlaða rokningin verður 13,5 milliónir.Við  nýggju djúphavnini eru fortreytirnar til eina komandi oljugoymslu til tungolju  til staðar, men borgarstjórin í Fuglafirði sær størri møguleikar í nýggju  havnini. Eftir ynski frá trolvirkinum Vónini hevur kommunan ætlanir um at gera  ein 200 metra langan, 16 metra breiðan og 14 metra høgan tunnil inn í fjallið,  skamt sunnan fyri nýggju havnina. Tunnilin skal Vónin nýta til arbeiðshøll.

[04.05.2006 – Jóhan Joensen]