Fuglafjarðar kommuna við nýggjari heimasíðu.

Um stutta tíð, kemur Fuglafjarðar kommuna út við einari nýggjari heimasíðu, og vit hava fingið loyvið at “lúra”.

Nýggja heimasíðan kann ikki sigast annað enn at vera einn sonn kollvelting ið  mun til gomlu síðuna. Nýggja síðan er ein 100% dynamisk heimasíða, ið er ætlað  borgaranum í Fuglafjarðar kommunu.

Gamla síðan var ein sokallað “statisk”  síða – meira ætlað ferðavinnuni.

Á nýggju heimasíðuni ber tað t.d. til hjá borgarum at melda seg til eina  sokallaða “tíðindatænastu”, tað merkir, at borgarar kunna velja hvat teir ynskja  av tíðindum. T.d. at fáa boð tá kommunan lýsir leys størv v.m. Hesi boðini kunna  so koma antin umvegis SMS ella teldupost.

Nær síðan kemur út, er ikki heilt greitt, men sum skilst, so verður tað  skjótt.

 

[08.06.2006 – Jóhan Joensen]