Kirkjukór Selfoss 60 ár

Tann 10. juni helt Kirkjukór Selfoss 60 ára jubilæumskonsert í Fuglafjarðar kirkju. Tey sungu eitt program við 24 løgum. Harafturat kundu hoyrararnir  velja  eitt lag, sum organisturin Jørg Sindermann improviseraði  til.Ein áhoyrari ynskti lagið „Gakk tú tryggur“ eftir Jógvan á Lakjuni.  Og, sigast má, at vit fingu eina serstaka versión av lagnum.  Annars kann  sigast, at hoyrast kundi, at kóri var avbalansera klanligt og at tey høvdu vant nógv.Kórleiðari var: Glúmur Gylfason

 

[11.06.2006 – Jóhan Heri Joensen]