Tveir kingosangarar til Aasiaat í Grønlandi

Tann 19. juni fara teir báðir, Petur Jacob Eliasen og Niels  Midjord, til Aasiaat at hava 2 konsertir við kingoløgum, sungin á vanligan hátt  og í meira nýmótans líki við útseting fyri gittara og sang.

Tann fyrra framførslan verður hóskvøldið 22. juni kl. 19.30, í kirkjuni í Aasiat, og tann seinna verður á bygd í Aasiaat økinum 23. juni. Hartil kann nevnast at grønlendingar halda tjóðardag 21. juni.Sum eina upphiting til  longu ferðina fara Petur Jacob Eliasen og Niels Midjord at syngja føroyskar Kingosálmar, við og uttan fylgispæli.Hóskvøldið 15. juni kl. 20.00 hava  teir báðir konsert í Kristianskirkjuni í Klaksvík.

Fríggjakvøldið 16.  juni kl. 20.00, verður konsert í Dali á Sandoynni.

Leygardagin 17. juni,  kl 16.00 hava Petur Jacob og Niels kingo-konsert í kirkjuni í
Fuglafirði

Høvuðsstuðul og fyriskipari av túrinum er Norðurlandahúsið í  Føroyum.

 

[14.06.2006 – Jóhan Heri Joensen]