Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Gróður

Drívhús á Kambsdali

Lagt út av tann 25/06/2006 – 08:37

So vítt vit vita so liggur vist nok einasta verðuliga drívhús í kommununi úti á Kambsdali.Býarparturin  Kambsdalur er bygdur á slættlendi, moldin er fyri tað mesta sera súr,  ella sagt við øðrum orðum reinur mógvur. Hettar skuldi vist ikki verið  bestu fortreytir fyri flestu prýðisplantur, men á Kambsdali eru fleiri  sum hava sera grønar fingrar, og hava broytt hesa kørgu jørð til  “gróðrarbúnar teigar.”

Ein av vøkru urtagørðunum, er tann hjá Kjartani Madsen.Í  urtagarðinum vaksa tær blómur sum tola føroyska veðurlagið, men  sunnanfyri húsini hevur hann eisini eitt drívhús, við urtum sum annars  hava ilt við at trívast hjá okkum. Í løtuni blóma rósurnar, og jarðberini eru nógv og stór (og smakka væl).Táið planturnar, sum nú eru frammi, eru avblomstraðar, eru aðrar á veg, soleiðis at gróður er í húsinum, so gott sum alt árið.  Ein sonn náttúruperla á Kambsdali

Hóast sólin ikki varð frammi, táið eg vitjaði, og kalt  varð í veðrinum, so var tó ein góður fløvi inni í drívhúsinum, ein  verðuligur summardámur føldist í sinninum meðan eg gekk millum sera  prýðiligu planturnar.Hettar er nok ikki eitt ítriv sum gevur  tað nógva á kistubotnin, men eg yvist ikki í at nógvar ríkar løtur  finnast her saman við plantunum, hjá honum sum gleðist yvir náttúruna  táið hon vísir seg í vakrasta búna.  – Jú vakra náttúran kann eisini  finnast undir glastekju.

Fyri umframt vøkru urtirnar so hevur Kjartan eisini  eitt sera gott yvirlit yvir tær ávísu planturnar og persónin tær eru  uppkallaðar eftir.  Eitt frítíðarítriv sum óivað tekur nógva tíð – og gevur nógva gleði.Her kann av sonnum sigast: at tað grør um gangandi fót.Um  vit onnur eins og Kjartan vóru líka góð við teir ferðmetrar sum vit  kalla okkara heim, so kundu vit av sonnum sagt at okkara býur er ein  vakur býur.  Vit nýtast ikki øll at eiga eitt drívhús, – men øll kunnu vit rudda og hampa um.

Skulu vit ikki øll taka okkum saman, og gera okkara part av arbeiðinum?

 

[25.06.2006 – Jóhan Joensen]