Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Jarðabrúk

Áseyðaroyting

Lagt út av tann 09/07/2006 – 08:44

Hásummar er so tíðin er nú komin at ganga fjøllini.Leygardagin vóru fyrstu fjøllini gingin í Fuglafirði.
Henda  dag vóru menn á fjalli í trimum hagapørtum: Fyri handan Skarð, í  Innandalshaga og í Klemmuni. Hesir hagapartar bera 606 áseyðir.Gott er fyri seyðin, at ullin verður tikin av og at hann fær medisin.

Ein góð vika er gingin av juli mánaða, og tíðin er komin til at  ganga fjøllini. Seinnu árini hava fjøllini vanliga verið gingin nakað  seinni, sagt verður, at fyrimunirnir við tí eru, at seyðurin yvirhøvur  er betri fylaður, um seinni verður gingið.Fjallveðrið var gott við onkrum ælið.

Seyðurin verður ikki longur bundin niður, men verður royttur/kliptur  standandi inni í rættini móti rættargarðinum, ella tikin útum og bundin  til eitthvørt. Hettar er avgjørt betri fyri seyðin, og eisini lættari  fyri fjallmannin.Ótrúligt, at vani og konservativur  hugsanarháttur skal hava havt valdið í so nógv ár, har seyðurin hevur  verið bundin niður, og tíverri oftani lá óneyðuga leingi.Fyrr  varð ullin ein stórur partur av búskapi okkara. Í dag verður hon vanliga  brend. Baði tí at onnur ull er betri kappingarfør enn føroyska, og  eisini tí at vit hava broytt hvussu vit klæða okkum.  Um tú hugsar um hvørjum tú ert í nú, so hongur óivað ikki føroyskur tráður á kroppi tínum.

Javnan hoyrist siga um fjallgongu á sumri: at teir vóru í klipping. Hetta er ikki rætt.Fjallgongan á sumri juni/juli eitur: í áseyðaroyting ella ullaroyting.

Fyrra fjallgongan á heysti eitur: í skurð. Í hesi fjallgongu vóru veðurlombini tikin og brundarnir valdir.Seinna fjallgongan á heysti eitur : Í klipping. Í hesi fjallgongu varð avgjørt hvørji gimburlomb skuldu takast og hvørji skuldu sleppast. Eisini varð doddurin á gimburlombunum kliptur. Hettar varð gjørt fyri at klaki ikki skuldi hanga í doddinum í klakaveðrið um veturin.Nú verða baði fjøllini um heysti vanliga rikin eina ferð, soleiðis at skurð og klipping í dag er ein og sama fjallgonga.

 

09.07.2006 – Jóhan Heri Joensen