Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Svimjing

Samstarv

Lagt út av tann 22/07/2006 – 08:53

Fuglafjarðar Svimjufelag og svimjufelagið Ægir í Klaksvík hava gjørt skilagóða samstarvsavtalu.

Svimjufelagið Ægir í Klaksvík og Fuglafjarðar Svimjufelag hava gjørt  av at fara undir nýtt samstarv. Avtalan er, at feløgini leggja  venjingarnar saman, og at venjarin hjá Fuglafjarðar Svimjufelag Petur  Heðin á Fløtti, verður venjari hjá báðum feløgunum.Eisini er  avtalað, at venjingarnar skulu fara fram í nýumvældu svimjuhøllini í  Klaksvík, og at tað er nakað sum fuglfirðingar síggja fram til, tí  umstøðurnar at venja í høllini í Fuglafirði eru ógvuliga trongar.  Hylurin í Fuglafirði er bara 16 metrar til longdar, men tann í Klaksvík  er 25 metrar langur, og bara tað er ein stórur munur.Til ber at  siga. at báir partar hava givið og tikið í sambandi við nýggja  samstarvið. Fuglfirðingar hava latið venjaran, meðan klaksvíkingar hava  latið høllina og umstøðurnar at venja í. Báðir partar eru samdir um, at hesum fer bara gott at spyrjast burturúr.Avtalan millum Ægir og Fuglafjarðar Svimjufelag kemur í gildi tann 1. august og er fyribyls galdandi í eitt ár fram.

Ein skilagóð avtala.

Ja  vónandi er hettar byrjanin til verðuligt kommunalt samstarv millum  Fuglafjørð og Klaksvík. Tað er so mangt vit kunnu samstarva um.

 

[22.07.2006 – Jóhan Heri Joensen]