Kyrjasteinur

Heimi í Karvatoftum hava staðið mangar skútur.Søgan sigur frá, at her stóðu karvar sum róðu so langt sum til Noregs.Í dag stendur skúta, sum kanska eingin er góður við.

Fleiri vóru undirskriftirnar um at fáa varðveitt Kyrjastein, men hvar eru hesi fólk í dag?

Í løtuni stendur ein skúta á Karvatoftum.Arbeitt  hevur verið uppá skipið í seinastuni, men tað sum higartil er gjørt sær  ikki út til at verða partur av gamla Kyrjasteini. Omandeks er eitt nýtt skip.Sum tað sær út í dag, er nýgerðin ein skríggjandi mótsetningur til gamla skipið.

Eitthvørt  hevur verði gjørt við Kyrjatein, men arbeiðsmanningin hevur ikki júst  verði tann ein skuldi væntað til eitt slíkt stórverk.

Bert  ein  maður sum komin er langt upp í árini hevur trúfastur hildi stiminum  uppi. Nú er summarið við at fara, og enn hevur eingin í ár víst seg, sum  hug hevur at taka sær av hesi skútu. Væl er skiljandi, at maður sum  komin er uppí høgan aldur, ikki megnar at átaka sær slíkar tungar  arbeiðsbyrðar.

Hvar eru øll tit sum við undirskrift løgdu krav um at skipið skuldi varðveitast.  Tað vóru tit, sum trýstu gummidukkurnar í býráðnum, til at taka avgerðina um at taka Kyrjastein uppá turt.  Tit vildu so fegin, men eingin  av tykkum hevur enn brúkt ein tíma til hettar projektið.

Er tað ikki í so grunt, bert at skriva undir, og so ikki taka ábyrgd av tí ein skrivaði.
Tað forpliktar ikki, at skriva undir, – men tað gevur viðhvørt avleiðingar, sum kosta.

Fuglafjarðar  kommuna man, til í dag, hava brúkt umleið eina hálva millión kr,- uppá  hettar projekt, og enn resta stórar upphæddir til at gera tað liðugt.

Kanska verður stórsta upphæddin brúkt til at beina burtur nostalgiina, sum eingin vil kennast við.
Er hettar projekt MENTAN, ella NOSTALGI?

Um hettar bert er nostalgi, so er hon dýrt keypt.

 

[22.07.2006 – Jóhan Heri Joensen]