Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Mentan

Vígsla á sandinum

Lagt út av tann 01/08/2006 – 09:00

Ólavsøkudag varð brúðarvígsla á sandinum í Fuglafirði.Sigurd Simonsen, borgmeistari vígdi:
Súsannu Vígdá og Hendrik Rasmussen

Súsanna Vígdá er yngsta dóttur hjá Kristian og Anna Elenu Vígdá í Fuglafirði.Súsanna hevur búð í Danmark síðani 1986 og býr í dag í Hvidovre, har hon arbeiðir sum skúlalærari og clairvoyant.Súsanna eigur í fyrra hjúnarlagnum børnini: Daniel og Anna Elena

Henrik Rasmussen, nú Vígdá, er føddur og uppvaksin í Aarup á Fyn. Hann hevur búð í Hvidovre síðani í maj 2005.Henrik er einkjumaður og eigur dótrina Michelle.Súsanna og Henrik møttust á chatsíðuni Ofir 01.01.05 og fluttu saman í maj mánaða sama ár.

Tey valdu at verða gift á sandinum í Fuglafirði, tí  baði hava tey áður roynt tað stóra hvíta giftarmálið, og ynsktu nú eitt  annarleiðis og meira intimt giftarmál.Sigurd Simonsen,  borgmeistari í Fuglafirði varð so vinarligur, at hann vildi ganga teirra  dreymi á møti, og gifta tey á sandinum við sjógvin í gomlu heimbygdini.

Nú mamma og komandi pápi verða gift, vil sonurin Daniel gera sítt til, at kærleikin skal ráða í hjúnarbandinum.Her ristir hann eitt hjarta í sandin, har mamman onkuntíð spældi sum smágenta, og tað er girðingin um hátíðarliga vígsluplássið.Vit á fuglafjordur.com vilja ynskja tykkum tilukku við hjúnarbandinum, og allari familjuni eina ljósa framtíð.

 

 

[01.08.2006 – Jóhan Heri Joensen]