Kommunusamanlegging

Vegleiðandi fólkaatkvøða hevur í dag verið í Leirvík og Gøtu um kommunusamlegging.Í Gøtu vóru 85 prosent av teimum, sum atkvøddu, fyri samanlegging.
Í Leirvík atkvøddu 61 prosent fyri samanleggingini.

Í Gøtu  vóru 467 fólk á vali, hetta er 63 prosent av teimum, sum hava valrætt.  396 av teimum vóru fyri samanlegging, 70 vóru ímóti, og ein atkvøða var blonk.Í Leirvík atkvøddu 488 fólk, sum eru 76 prosent av teimum, ið hava valrætt. Har vóru 296 fyri samanlegging, og 189 vóru ímóti.-
Hetta er ein greiður meiriluti, og vit skilja tað sum, at fólkið ynskir  samanleggingina, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík.  – Vit hava frammanundan sagt, at vit fara at gera sum meirilutin ynskir.  Væntandi leggja kommunurnar saman, tá komandi bygdarráð tekur við 1. januar 2009.

Vit  á portalinum vilja ynskja nýggju komandi Eysturkommunu blíðan byr,  sjálvt um samanleggingin ikki verður fyrrenn 1. januar 2009.

Fuglafjarðar kommuna kemur nú at hava 3 stórkomunur í grannalagnum at fríggja til.

Hvørjir eru fyrimunirnir og hvørjir eru vansarnir?
Er Fuglafjarðar kommuna kanska komin í eina ynskistøðu????
Spurningurin er nú: Hvussu ger ein fríggjari seg lekran?

Vónandi verður nú telva rætt, um samanlegging verður kravd um nøkur ár.

Í kærleika og politikki eru allar gøtur gongdar.

 

[09.09.2006 – Jóhan Heri Joensen]