Nostalgi

Juli mánaður.
Summarfrítíð í besta summarveðrið.
Ein dagur fyri 30 – 40 árum síðani.
Svimjuhylurin – náttúran – áin.
Minnist tú?
Kanst tú merkja hugnan?
Kanst tú minnast løturnar?

Ein av gomlu myndunum sum Jákup Oluf sendi inn til okkum fekk hugan at reika:
Góðar barna løtur  vóru við eitt frískar í minninum.Minnast tit, sum gomul eru, góðu summarløturnar?
Vit skiftu aftanfyri Bjarnastein (Revasteinin) ella í eini veit omanfyri vøllin.
Svumu í brúnum móruvatni, sum av somu orsøk varð serliga fløtt.
Tey djarvastu kavaðu av stabbanum, og svumu undir vatnið alla longdina.
Her lærdu vit at svimja, og her hugnaðu vit okkum, í teimum umstøðum sum tá vóru tær bestu, tí vit kendu tær ikki betri.(Tá vóru eingi hús omanfyri, og tí einki kloakkvatn sum rann út í ánna.)

Okkurt leggið varð viðhvørt gjørt niðan í Gamla svimjuhyl ella niðan í Djúpukullu.
Eg veit væl hettar er tokutos fyri tey sum ung eru, men vit eldru minnast góðar farnar løtur.

Seint á degi varð farið aftur í klæðini, oftani bláfryst/ur og skelvandi, men ein góðan dag ríkari.

Hesi minnir eru eins góð og “gull og grønar skóðir”.

_______________________________

Spell er,  at hesin okkara góði barnagarður stendur sum ein skom í landslagnum.

Hevði tað ikki verið betur, at kommunan fríðkaði økið og beindi burtur skirvisligu leivdirnar?
Økið kundi tá verið nýtt betur, ella bert verið ein vakur náttúrublettur – ein á í landslagnum.

 

[22.09.2006 – Jóhan Heri Joensen]