3. okt. varð sáttmáli um kommunusamanlegging millum Gøtu kommunu og Leirvíkar kommunu undirskrivaður. Jacob Vestergaard góðkendi sáttmálarnar.
3. okt. varð skipað fyri samkomu í Bátasavninum í Leirvík. Fólk úr  Gøtu og Leirvík vóru á staðnum. Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í  Leirvík, bjóðaði vælkomin og segði hvat fór at henda. Síðani fóru hon og  Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu uppí ein av bátunum inni í  bátasavninum, har ið tey undirskrivaðu sáttmálan um samanleggingina.Jacob  Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, var á staðnum. Hann  góðkendi sáttmálan og segði síðani nøkur orð. Hann fegnaðist um
samstarvið millum Gøtu og Leirvík. – Samráðingartilgongdin hevur verið  góð, harið báðir partar hava sæð fyrimunir við einum samstarvi, segði  hann, . Jacob segði seg vóna, at onnur fara at ganga í teirra fótasporum.Samstarvið byrjar í 2007, táið báðar kommunurnar fara  at arbeiða miðvíst fram ímóti einari samanlegging, og í 2009 verða tær  endaliga lagdar saman.
____________________________________________________________
Á Fuglafjordur.com vilja vit ynskja Leirvíkar og Gøtu kommunum tilukku við hesum sáttmála. Og ynskja alt gott fyri hettar tiltak.
Linjan er løgd:
Nú er bert tíð til Eysturøkið verður ein annar miðdepul í Føroyum. Fuglafjørður og Klaksvíkin eru náttúrligir partar í hesi heild.
Samstarv er vegurin til málið.
Tíð skal til fyri at loysa hettar umsitingarligt.  Tað er tí at vóna, at polittiskt skil valdar í økinum.
[06.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]
			