Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt

Passar sum fótur í hosu

Lagt út av tann 14/10/2006 – 10:04

Upprunaliga var eitt komandi berghol á Kambsdali ætlað til ferðsluna vestur í Vágar og flogvøllin, men við ætlaða undirsjóvartunlinum til Havnar passar gamla bergholsætlanin sum fótur í hosu til norður suður ferðsluna, sigur Sigurd Simonsen borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.

Sigurd Simonsen borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, trýr  framhaldandi uppá tunnilsætlanina av Kambsdali gjøgnum fjallið til  Skálabotn.Fyri nøkrum døgum síðani undirstrikaði stjórin í  Landsverkið, Oyvindur Brimnes, at tað er landsmynduleikin og Landsverk,  sum avgera linjuføringina til vegakervið runt landið og ikki kommunan.  Men tað sær Sigurd Simonsen ikki sum nakra forðing. Landsverkstjórar koma og fara og ætlanir við teimum.Tunnilsætlanin á Kambsdali er  ikki nýggj, og síðani hon fyrstu ferð varð almannakungjørd, hava  tríggir landsverkfrøðingar verið og eitt hav av ætlanum.

Vit vita  at loyvi (linjuføring, íbindingarloyvi o.s.fr.) skal til, og vit hava  eisini verið á fundi við landsverkfrøðingin, men hann var ikki so  neiligur fyri uppskotinum, sum framgongur í Dimmalætting, greiðir Sigurd  Simonsen frá. Hann undirstrikar, at aktuella linjuføringin undir  Gøtueiði, sum Landsverk í hesum døgum hellir til, bert er 2 ára gomul,  men linjuføringin gjøgnum fjallið við Kambsdal varð fyrstu ferð løgd  fram sum ætlan í 1979.

Og lítil ivi er um, at eitt berghol á  Kambsdali hevði gjørt ferðsluna úr Fuglafirði munandi lættari og  skjótari. Ein partur av tungu ferðsluni skal nevniliga als ikki til  Havnar, men til Kollafjarðar nú á døgum. Haraftrat hevði ferðslan vestur  til Vágar (upprunaliga ætlanin) verið munandi skjótari við einum  bergholi á Kambsdali, greiðir borgarstjórin frá. Ikki tí, ætlanin passar
eisini væl til ætlaða eysturoyartunnilin til Havnar.

Upprunaliga  var ætlaða bergholið í Kambsdali manglandi liðið til at loysa  ferðsluleiðina vestur á flogvøllin, men nú vísir tað seg, at tað passar  sum fótur í hosu til eysturoyarleiðina eisini, greiðir Sigurd Simonsen,  borgarstjóri frá.

Arbeitt verður sambart borgarstjóranum framhaldandi seriøst við ætlanini.

 

[14.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]