Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Politikkur

Dan bjóðar Óla av

Lagt út av tann 14/11/2006 – 10:55

Dan Reinert Petersen í Fuglafirði stillar upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag.

Vit halda, at tíðin er komin til vaktarskifti í Føroya Fiskimannafelag, og rætti avloysarin er Dan.Dan hevur tann fyrimun, at hann er ikki bundin at nøkrum reiðara, siga teir, sum hava stillað Dan upp.  Heldur ikki er hann bundin at ávísari drift so sum troli, línu, nót,  gørnum ella fjarfiskiflotanum, men kann umboða okkum allar, sigur  sóknarformaður fiskimannafelagsins í Fuglafjarðar sókn, Mortan Berjastein.Dan fór til skips á sínum 15-ára føðingardegi og var  burtur í 6 ár. Hann lærdi til lærara, og hóast hann hevur virka sum  lærari, hevur hann altíð gjørt avstingarar til sjós, flest allar  summarferiur og í farloyvi í sjeyti- og áttatiárunum, tá hann var til  skips. Og so var hann burtur aftur 2002-2005. Hann hevur roynt so gott  sum allar veiðihættir og kennir umstøðurnar umborð.

Dan var løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin frá 1998 til 2002.

 

[14.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]