Útisetar

Sum vit síggja so eru fleiri av vitjandi gestunum útisetar.
Tað kennist gott at áhugi fyri síðuni eisini er hjá tykkum sum stødd eru uttanlanda.Møguliga hevur onkur tykkara okkurt at siga okkum her heima. Tað kann vera so mangt, sum kann hóska í hettar lokala forumi.Frágreiðing  frá onkrum har føroyingar hittast – okkurt sjáldsamt – ein hugleiðing,  ferðafrásøgn ella ein frágreiðing um teg sjálva/n. Ein heilsan heim á  klettarnar. (myndir eru eisini kærkomnar).

Útisetar sum hava verið leingi heimanífrá hava óivað okkurt áhugavert at siga okkum.

 

[17.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]