At ganga grýla

Á føstulávint endaði dansitíðin, og tá sluppu børnini við í dans. Hesin siður er so gott sum burturdottin, men siðurin, at ganga grýla, hongur við enn.

Børnini ganga hús úr húsið ymiskt íklødd við ella uttan gekkaskort.

Nakrar myndir eru her av nøkrum fittum grýlum, sum nýttu høvi til at ganga húsagongd í vakra veðrinum í gjárkvøldið
(fastalávintsmánakvøld).

Ein bólkur við gentum.

Her eru dreingirnir slopnir við.

Men vit spæla ikki við gentir.

Batman hevði fingið systrina at hjálpa sær.

Eg tori væl, men mamma er alíkaval við. Hon slapp ikki uppá myndina, tí eg skuldi vera ein Coolur sjórænari.

 

[20.02.2007 – Jóhan Heri Joensen]