Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi

Bátur sokkin

Lagt út av tann 18/02/2007 – 13:33

Táið lýsti fyri degi varnaðust menn, at báturin hjá Kristian Joensen var sokkin á plássi sínum við bátabrúnna.

Grýludansur var í Mentanarhúsinum síðstu nátt. Um hendingin hevur nakað við tað at gera er óvist. Hvør orsøkin er fæst ikki at vita fyrrenn báturin er tikin upp.

Bátabrúgvin  hevur eisini ligið í streymloysi í nógvar dagar. Um álitið verður sett á el pumpurnar, kann man vera um ein háls táið veitingarskyldan svíkir.

Eitt snotuligt portur við digitalari lásiskipan varð sett upp fyri 3 árum síðani. Best er ikki at nevna prísin, tí so fáa tit verðuliga ein hvøkk. Hvar tað digitala við skipanini er blivið av skulu gudarnir vita.

 

[18.02.2007 – Jóhan Heri Joensen]