Heimlongsul

Fleiri av okkara vitjandi eru útisetar, og vil eg tí vera beinasamur og kveikja eitt sindur uppundir tykkara heimlongsul.

Í  dag er longsti dagur, og nú fara útisetarnir at leita heim á klettarnar. Summir flyta heim og aðrir koma á eina stutta vitjan. Øll skulu tit vera vælkomin heim aftur.

Eg vil minna á, at undir leinkjuni Downloading kanst tú verðuliga viðgera tín heimlongsul. Trýst á diskin og tú hoyrir vakran song og droymir teg heim aftur á klettarnar.

Her fara at koma fleiri innspælingar seinni í summar/heyst. Gamalt tilfar sum liggur á bandi verður gjørt tøkt táið onkur fríløta gevur høvi til tað.

 

[21.06.2007 – Jóhan Heri Joensen]